Kanna fígging til bústaðir í útjaðaranum

bannari
Kanna fígging til bústaðir í útjaðaranum
Kristina Háfoss hevur biðið um eina kanning av, hvussu bústaðir í útjaðaranum kunna fíggjast
Bústaðir byggir íbúðir á Strondum
 
04.03.2018 - 15:39

Tað er trupult at fáa fígging til bústaðir á smáu plássunum og í útjaðaranum. Og tann trupulleikan hava grannalondini eisini.

Tí eru embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum farin undir at kanna, hvat verður gjørt í grannalondunum.

Men spurningurin er ikki lættur at loysa, viðgongur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum:

- "Vit ynskja eina búseting og fjáltáttaðar bústaðarmøguleikar kring alt landið. Men tað er ikki lætt at loysa tað. Annars hevði tað verið loyst", sigur Kristina Háfoss.

Embætisfólk eru farin at kanna, hvussu tað kann loysast, at fólk ikki fáa fígging til at byggja sær bústað á smáu plássunum og í útjaðaranum, sigur Kristina Háfoss:

- "Eg havi lagt áherslu á, at tað má finnast ein loysn, sum tryggjar, at borgarar, sum búseta seg í útjaðaranum, ikki stavnsbinda seg, og ikki innber nakað alment veðhald". 

Nær embætisfólkini eru liðug at kanna viðurskiftini, er ikki greitt, og einki útspæl kemur, fyrr enn arbeiðið er liðugt, sigur Kristina Háfoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012