Biða eftir kanning og sjófrágreiðing um vanlukku

Biða eftir kanning og sjófrágreiðing um vanlukku
Strandfaraskip Landsins hava onga viðmerking enn um vanlukkuna á Kirkju
Ritan í Fugloynni.
 
12.03.2018 - 13:01

Strandfaraskip landsins bíða eftir kanningum og sjófrágreiðing, áðrenn støða verður tikin til siglingina til Fugloyarog vanlukkuna á Kirkju í gjár.

Tað sigur stjórin, Hilmar Eliasen, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar í løtuni.

Hann var eystan í ættini í gjár, og tá nógvur vindur er, verður ikki lagt at í Hattarvík. Men á Kirkju lívir, og har verður lagt at.

Hilmar Eliasen sigur, at skiparin tekur avgerð um at leggja at í samráði við staðkønan mann í landi, sum er avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni á staðnum.

Harafturat er ein váðameting til hvørja leið, eitt skjal, sum sigur, hvussu berast skal at. Stovnurin hevur eisini innaneftirlit.

Hilmar Eliasen sigur, at Strandfaraskip landsins fara at biðja um sjófrágreiðing um hendingina á Kirkju í gjár.

Maður doyði 

Ein maður doyði eftir, at hann á veg um borð á Rituna á Kirkju um tvey-tíðina í gjár datt niður ímillum og á sjógv.

Maðurin var staðkendur.

Tað eydnaðist at fáa mannin uppaftur, og Ritan sigldi síðani til Svínoyar, har tyrlan kom eftir manninum.

Í tyrluni royndu tey eisini at fáa lív í aftur mannin, men tað eydnaðist ikki.

Danska skaðanevndin kemur

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at danska skaðanevndin kemur til Føroya at kanna vanlukkuna á Kirkju.
Sjóvinnusstýrið gjørdi í 2015 avtalu við Søfartsstyrelsen um, at Den Maritime Havarikommission kannar vanlukkur á sjónum, tí Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við skipunum og góðkennir skipini.

Í hesum føri er talan um eitt skip hjá Strandferðsluni, og er tí partur í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098