Viðgera uppskot um Fámjinstunnilin

Viðgera uppskot um Fámjinstunnilin
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot, sum bæði samgongutingfólk og tingfólk í andstøðuni hava lagt fram
Arbeiðið skal gerast í sambandi við, at farið verður undir Hvalbiartunnilin, sum her er avmyndaður.
 
22.03.2018 - 08:49

Tey heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið um at bjóða út tunnil til Fámjins. Arbeiðið skal gerast í sambandi við, at farið verður undir Hvalbiartunnilin.

Teir, sum hava lagt uppskotið fram, eru andstøðutingmenninir, Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen og Jacob Vestergaard, og samgongutingmenninir, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen.

Landsverk hevur mett, at tunnil til Fámjins og vegir hvørjumegin tunnilin, fara at kosta minni enn 60 milliónir krónur. 

Forkanningar eru gjørdar, og eftir er at gera sjálva verklagslógina.

Teir, sum hava lagt uppskotið fram, siga í viðmerkingunum, at tunnil kanna bjarga bygdini, har fólkatalið eisini er minkað.

Fyri fáum árum síðani búðu meira enn 100 fólk í Fámjin, men 1. januar varð fólkatalið komið niður á 79. 

Tað hevur vakt ans, at tveir samgongutingmenn eru við at leggja uppskotið um Fámjinstunnil fram, tí við hesum ganga teir ímóti ætlanini hjá samgonguni um, hvussu tunlar skulu raðfestast.

Heðin Mortensen, sum er millum teirra, ið hava lagt uppskotið fram,  segði í Degi og Viku 13. mars, at tað er ein betri loysn at gera Hvalbiartunnilin og Fámjinstunnilin samstundis:

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098