Vandin fyri útreiðslum av landsvegum skal strikast

Vandin fyri útreiðslum av landsvegum skal strikast
Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur nógvar broytingar í lógaruppskotinum um djóravælferð
Tá landsvegur er gjørdur í haganum hjá teimum, sum eiga seyð, skulu seyðaeigarar ikki bera allar útreiðslur av seyði, sum verður ákoyrdur.
 
23.04.2018 - 07:42

Seyðaeigarar eiga ikki at hava útreiðslur av tí, at landsvegur liggur í haganum hjá teimum.

Hesar útreiðslur eigur landið at bera.

Tað heldur minnilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum, sum í hesari nevndini eru umboðini hjá samgonguni.

Minnilutin sigur, at orðingin í uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum skapar ávísan iva um, hvørjar endurgjaldsútreiðslurnar eru hjá til dømis seyðabóndum, sum hava landsveg gjøgnum hagan. 

Við broytingini verður bundið fyri soleiðis, at bóndin ikki kann fáa óvæntað stórar útreiðslur av óhappi, hann ikki hevur ábyrgdina av. 

Minnilutin vil eisini forða fyri, at lógin setur forboð fyri vanligum føroyskum seyðahaldi, og mælir tí til at umorða eina aðra áseting í lógaruppskotinum um brattlendi og fitilendi.

Undirtøka í nevndini

Annars tekur minnilutin undir við lógaruppskotinum um djóravælferð.

Tað ger meirilutin í Vinnunevndini, umboðini hjá andstøðuni, eisini, men við nógvum broytingum kortini.

Millum annað mælir meirilutin eisini til at strika endurgjaldsskylduna hjá millum annað seyðaeigarum.

Eisini vernd

Og meirilutin vil eisini hava sjálvt heitið á lógini broytt til lóg um vernd av dýrum og djóravælferð.

Nú er lógin sambært heitinum bara um djóravælferð.

Løgtingið fer at atkvøða um lógaruppskotið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098