Rakstrarúrslitið 268 milliónir

Rakstrarúrslitið 268 milliónir
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti fyrsta ársfjórðing í ár var 268 milliónir krónir.
 
07.05.2018 - 06:40

Prísurin fyri aldan laks er hækkaður higartil í ár.
Men rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti var minni í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør.
Tað var 268 milliónir krónur í ár og 335 milliónir krónur í fjør. 
Tøkan fyrsta ársfjórðing var 12.200 tons, sum er nakað minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá tøkan var 13.200 tons.
Bakkafrost hevur ikki somu avtalur um lidnar vørur sum í fjør.
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at selja 13 prosent av lidnum vørum av væntaðu tøkuni í ár.
Sáttmálastøðan er nærum óbroytt í fyrsta ársfjórðingi 2018. 
Bakkafrost ætlar at taka 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt í ár.
Nýggja framleiðslan av laksamjøli og laksalýsi á Havsbrún byrjar eftir ætlan nú í øðrum ársfjórðingi.
Full framleiðsla verður væntandi í seinna hálvári 2018. 
Hendan framleiðslan fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji- og góðskingarvirkinum á Glyvrum.
Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 102 milliónir krónur, tá fyrsti ársfjórðingur í ár endaði.
Hon var 258 milliónir krónur við ársenda 2017. 
Bakkafrost gjørdi í januar í ár avtalu við Nordea um at endurfíggja 850 mió kr. í bankaláninum og 500 mió kr. í virðisbrævaláninum, sum vórðu afturgoldin hálvan februar í ár, við einum nýggjum fimm ára láni, sum er 200 mió. evrur. 
Nýggja lánsavtalan kann økjast 200 milliónum evrum í hesum fimm ára skeiðinum.
200 mió. evrur eru sløk hálv onnur milliard krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098