Europa roynir at verja Iran-avtaluna

Europa roynir at verja Iran-avtaluna
Nógv diplomatiskt virksemi er í Europa, nú roynt verður at bjarga kjarnorkuavtaluni við Iran
 
12.05.2018 - 13:30

Nógv diplomatiskt virksemi er í Europa, nú roynt verður at bjarga kjarnorkuavtaluni við Iran. 

Hetta hendir, eftir at amerikanski forsetin fyrr í vikuni tók USA burtur úr avtaluni og boðaði frá, at strong fíggjarlig revsitiltøk aftur verða sett í verk móti Iran.

Angela Merkel, samveldiskanslari, hevur tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin, og bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur verið í sambandi við Donald Trump, forseta, um støðuna.

BBC skrivar, at franskir ráðharrar hava verið sera hvassir í sínum almennu atginningum móti avgerðini hjá USA, sum sambært teimum fer at svíða illa hjá stórum europeiskum fyritøkum, nú amerikanska handilsbannið móti Iran verður sett í gildi aftur.

Donald Trump hevur boðað frá, at revsitiltøkini verða sett í verk í tveimum stigum, fyrst í august og síðani í november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946