Hotellið á Oknarvegnum letur upp í 2020

Hotellið á Oknarvegnum letur upp í 2020
Um stívliga tvey ár - hin 1. mai í 2020 - letur eitt nýtt gistingarhús við 126 kømrum upp á Oknarvegnum í Havn.
Mynd: Smyril Line  
 
16.05.2018 - 15:33

Tað boðar Smyril Line samtakið frá í tíðindaskrivi fyrrapartin. Samtakið eigur frammanundan Hotel Hafnia í Havn og Hotel Skálavík.

Smyril Line hevur arbeitt við hesi ætlan í fleiri ár, men nú er avtala gjørd við byggifelagið Articon um at byggja nýggja hotellið.

Eftir ætlan fer arbeiðið ígongd í august, men byggingin er treytað av, at felagið fær endaligt byggiloyvi. 

-Trot á gistingarmøguleikum forðar fyri víðari menningini av ferðavinnuni í Føroyum. Skal ferðavinnan framhaldandi vaksa, er neyðugt at útboðið av gistingarmøguleikum verður størri og fjølbroyttari, sigur Smyril Line samtakið í tíðindaskrivi.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012