Kynsligir minnilutar hava tað best á Malta

Kynsligir minnilutar hava tað best á Malta
Evropeiski felagsskapurin fyri kyns- og kynsligar minnilutar, ILGA-Europa, setur Malta á fyrsta plássi
 
21.05.2018 - 10:03

Evropeiski felagsskapurin fyri kyns- og kynsligar minnilutar, ILGA-Europa, setur Malta á fyrsta plássi á nýggja listanum yvir mannarættindsastøðuna hjá LGBT-fólki í 49 londum. 

Hetta er sjeynda ársfrágreiðing frá ILGA-Europa, har samanborið verður, hvussu evropeisku londini í síni lóggávu og myndugleika fara við kynsligum minnilutum.

Í samanberingini verður mett um støðuna viðvíkjandi javnrættindum, familju-og flóttafólkapolitikki, hatursbrotsverkum og rættinum at verða til og frælsi at siga sína hugsan.

Felagsskapurin hevur givið út eitt kort, sum vísur støðuna í ymsu londunum.

Malta livir upp til 91 prosent av tiltøkunum, sum ILGA setur sum treyt, fyri at rættindini hjá LGBT-fólkum verða hildin. Hetta er triðja árið á rað, at Malta stendur ovast á listanum.

Belgia er nummar tvey við 78 prosentum, Noreg er nr. 3 við 77 prosentum, og Bretland er nummar 4 við góðum 73 prosentum. 

Finnland er á fimta plássi við 73 prosentum, men fær minus-stig fyri m.a. sína trans-lóg, sum eitt nú krevur sterilisering, tá persónur skal broyta kyn.

Danmark er á 8. plássi og Svøríki á 10-unda.

Felagsskapurin finst í ársfrágreiðingini at, at tað gongur ov seint fyri seg at fáa mannarættindini inn á hetta økið.

Sambært ILGA-Europa er vandi fyri, at vunnin rættindi seinnastu 20 árini, hvørva, um populisma og nationalisma halda fram við síni sigursgongd í Evropa.

Ringast er støðan hjá LGBT-fólki í Aserbadjan, Armenia, Turkalandi, Monaco og Russlandi í samanberingini.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098