Fernando Hierro nýggjur venjari hjá Spania

Fernando Hierro nýggjur venjari hjá Spania
Spanski landsliðsvenjarin, Julen Lopetegui, fekk fótin fyrr í dag. Nú er kunngjørt, at Fernando Hierro tekur yvir sum venjari hjá spanska liðnum
Gamla verjukempan á spanska landsliðnum og Real Madrid liðnum - tann nú 50 ára gamli Fernando Hierro - tekur í dag yvir sum venjari hjá spanska landsliðnum.
Mynd: Scanpix  
 
13.06.2018 - 15:52

Á tíðindafundi fyrr í dag boðaði forsetin í spanska fótbóltssambandinum frá avgerðini.

Uppsøgnin verður mett sum ein beinleiðis avleiðing av, at Julen Lopetegui í gjár varð settur sum høvuðsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid, har hann tekur við eftir Zinedine Zidane. 

Hesi tíðindi fullu ikki í góða jørð í spanska fótbóltssambandinum, og serliga Luis Rubiales, forseti, gjørdist í øðini.

Fyrst bórust tíðindini um, at partarnir vóru samdir um at fara hvør til sítt eftir HM-endaspælið, men í nátt hevur spanska fótbóltssambandið broytt avgerð og koyra tí venjaran beinanvegin. 

Julen Lopetegui tók við sum spanskur landsliðsvenjari eftir Vicente del Bosque í 2016. Síðani hann tók við, hevur Spania ikki tapt ein tann einasta dyst.

Fáar tímar eftir uppsøgnina hjá Lopetegui bórust tíðindini um, at nýggjur venjari er settur.

Gamla verjukempan á spanska landsliðnum og Real Madrid liðnum - tann nú 50 ára gamli Fernando Hierro - tekur í dag yvir sum venjari hjá spanska landsliðnum.

Hann hevur verið ítróttarstjóri hjá spanska landsliðnum og hevur annars royndir sum venjari í felagnum Oviedo og hjálparvenjari hjá Real Madrid. 

Spania spælir sín fyrsta dyst móti Portugal fríggjakvøldið. Hini liðini í spanska bólkinum eru Iran og Marokko.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098