Uppboðssølan av sild og makreli útsett

bannari
Uppboðssølan av sild og makreli útsett
Fiskimálaráðið boðar frá, at uppboðssølan av norðhavssild og makreli er flutt frá juni til august.
 
19.06.2018 - 15:32

Talan er um afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at fiska norðhavssild og makrel.

Fiskimálaráiðið boðaði í mai frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at fiska 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli skuldu vera 20. og 27. juni.

Tann avgerðin er nú broytt, so sølurnar vera 14. og 16. august í staðin.

Í boðunum sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at undanfarnu uppboðssølurnar hava víst, at áhugin hevur verið avmarkaður.

Næstu vikurnar verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. 

Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og áhugan at vera við í uppboðssølunum, at tær eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar.

Tí verður sølan av makreli flutt til 14. august, og boðini skulu vera inni á middegi sama dag. Sølan av makreli verður 16. august, og boðini skulu vera inni á middegi sama dag.

Eru boð latin inn, kunnu tey standa við, tá ið uppboðssølurnar verða avgreiddar í august. Boð kunnu takast aftur, og nýggj boð kunnu latast inn í staðin, stendur í tíðindaskrivinum frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846