Varðin minni avlop í fjør enn í 2016

Varðin minni avlop í fjør enn í 2016
Skipini fingu verri prís í fjør. Í ár minka kvoturnar hjá teimum
Tað kostar úti við 600 mió. kr. at byggja Varðan Pelagic uppaftur.
 
21.06.2018 - 07:26

Samtakið Varðin hevði 184 mió. kr. í avlopi eftir skatt í fjør. Avlopið var 213 milliónir í 2016, sigur samtakið í tíðindaskrivi.

Samtakið hevur nøkur uppsjóvarskip, og hjá teimum var árið 2017 góðar 100 mió. kr. verri enn 2016 var.

Varðin rindaði 136 mió. kr. í skatti og gjøldum í fjør, - tað eru 16 milliónir meira enn í 2016.

Men Varðin Pelagic á Tvøroyri hevði gott ár samanborið við 2016, hóast virkið brendi í grund 9.juni í fjør. 

Pelagic gott ár hóast alt

Ársúrslitið hjá Varðanum Pelagic varð kortini 135 mió. kr. eftir skatt.

Men hetta er úrslit av endurgjaldsuppgerðini eftir eldsbrunan.

Brendu bygningarnir og maskinurnar vórðu bókað til niðurskrivað virði, men endurgjaldið er roknað út frá nývirði. 

Harumframt seldi Varðin Pelagic við ársbyrjan 2017 vøru, sum var á goymslu frá 2016.

Tað fer at kosta millum 550 og 600 mió. kr. at byggja Varðan Pelagic uppaftur.

Varðin noyðist at læna 150 mió. kr. í Føroyum til uppbyggingina.

Nýggja virkið á Tvøroyri byrjar eftir ólavsøku.

Skipini minni prís og kvotur

Prísirnir, sum skipini fingu fyri sild og svartkjaft, minkaðu upp í góð 50 prosent samanborið við prísirnar í 2016.

Fyri lodnuna fingust 35 prosent meira, og prísurin á makreli helt sær.

Kvoturnar í ár eru minni enn í fjør, 15 til 20 prosent minni av sild og makreli, og sjey prosent av lodnu.

Svartkjafturin er tó tann sami sum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098