Kenna ikki orsøkina til eldin

Kenna ikki orsøkina til eldin
Tað var um hálvgum tveytíðina í nátt, at sýslumaðurin í Klaksvík fekk boð um eldin frá politistøðini í Havn, tí fólk søgdu seg síggja stóran eld.
Mynd: JN.fo  
 
25.06.2018 - 10:24

Nakrir ungir mans vóru teir seinastu, sum vóru í húsunum í Bjargamansdali á Borðoynni, sum brann í grund í nátt.

Teir fóru út fríggjadagin og fóru aftur til hús seinnapartin leygardagin.

Tað var um hálvgum tveytíðina í nátt, at sýslumaðurin í Klaksvík, Karl Johansen, fekk boð um eldin frá politistøðini í Havn, tí fólk søgdu seg síggja stóran eld.

Tyrlan varð boðsend, og á veg til Klaksvíkar fleyg hon yvir økið, og tað var greitt at alt var brent.

Karl Johansen fór saman við øðrum at hyggja at støðuni í Bjargamansdali, og tá vóru húsini longu brend í grund.

Húsið var ikki gamalt, tað varð bygt í 2014 og varð brúkt, tá menn arbeiddu í haganum. 

Hví eldur kom í húsini er ikki greitt, og tað løgna er, at eldurin kyknaði hálvtannað samdøgur eftir, at ungu menninir fóru úr húsunum.

Har var ein gasskomfýrur og ein brenniovnur, og alt varð sløkt áðrenn klokkan hálvgum fýra seinnapartin leygardagin.

Bara øska er eftir av húsunum, og tí er spurningurin, um tað verður bygt uppaftur, sigur Karl Johansen, sýslumaður, sum var við til at byggja húsini í Bjargamansdali í 2014.

- Hatta var eitt alvorliga stórt arbeiði, sum vit hava brúkt nógva orku og nógva tíð upp á, sigur Karl Johansen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846