Evropa League beinleiðis í útvarpinum

Evropa League beinleiðis í útvarpinum
Kringvarpið sigur frá dystinum millum B36 og St. Joseph's í kvøld
 
28.06.2018 - 13:06

Tvey føroysk feløg skulu í kvøld spæla evropeiskar dystir í Evropa League kappingini.

Í Gundadali spælir B36 ímóti St. Josep's úr Gibraltar. Útvarpið hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 18.50.

Leivur Frederiksen sigur frá dystinum og viðmerkjari er Jóannes Jakobsen.

KÍ er í Malta, har teir skulu spæla ímóti Birkirkara. Dysturin byrjar klokkan 19.00 og kann stroymast beinleiðis her

B36 favorittur og KÍ undirmett

Sambært veddingarfyritøkunum er B36 greiður favorittur í dystinum í kvøld.

Ein sigur til B36 gevur í skrivandi stund 1.50 ferðir pengarnar aftur, meðan ein sigur til St. Joseph's gevur odds 5.75.

Í hinum dystinum er maltesiska liðið favorittur. Ein sigur til Birkirkara gevur pengarnar 1.66 ferðir aftur, meðan ein sigur til KÍ gevur odds 4.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860