Fimleikararnir stóðu seg væl

Fimleikararnir stóðu seg væl
Føroyar hava luttikið í NM í amboðsfimleiki um vikuskiftið
 
01.07.2018 - 17:25

Um vikuskiftið hava føroyskir fimleikarar kappast í norðurlandameistaraskapinum í amboðsfimleiki.

Kappast bleiv í gjár og í dag í Farum í Danmark, har bæði kvinnur og menn hjá juniorum og seniorum umboðaðu Føroyar.

Rebekka Ingadóttir kom á sjeynda pláss, sum gav henni eitt reservapláss til finaluna, men tað bleiv tó ikki aktuelt, tí einki avboð var til finaluna. Hetta var tó besta úrslitið á kvinnusíðuni. 

Hjá monnum var tað Rani Allanson Dalsgarð, sum kom á eitt 6. pláss í kappingini at leypa upp um hest.    

Eyvind Akraberg Hansen er annar av venjarunum, og hóast tað ikki rakk til nakra medalju í føroyska hópinum, letur hann væl at úrslitinum:

- Tað hevur gingið væl. Heilt væl. Samlaða úrslitið var positivt, sigur Eyvind Akraberg Hansen og vísir samstundis á, at hjá onkrum gekk betur enn væntað, meðan hjá onkrum øðrum gekk minni væl.

Føroysku fimleikararnir koma aftur til landið í dag, og fáa so summarfrí í umleið tvær vikur, inn til venjingin byrjar aftur. Og tá verður av álvara vant fram til Norðureuropeiska meistaraskapið, sum fer fram í Akureyri í Íslandi tann 14. og 15. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444