Japan stríðist við neyðhjálpararbeiði

Japan stríðist við neyðhjálpararbeiði
Myndugleikar og neyðhjálparlið í Japan stríðast við at hjálpa fólki í ringastu vatnflóðini, sum hevur verið í 36 ár.
 
10.07.2018 - 11:12

Í Japan stríðast myndugleikar og neyðhjálparlið fyri at fáa endurreist vatn- og streymveitingar og at hjálpa fólki í ringastu vatnflóðini, sum verið hevur í 36 ár.

Vandi er fyri sjúkum vegna vatntrot og nú heitari veður er, og enn hava bjargingarlið ikki funnið øll tey, sum ikki eru afturíafturkomin.

Ógvusligt áarføri, sum byrjaði í síðstu viku, elvdi til skriðulop og vatnflóð. 

Eini 127 fólk hava latið lív og mong eru ikki afturíafturkomin. 

Í gjár skrivaði Japan News, at tvær milliónir japanarar eitt skifti vóru fluttir burtur úr vanlukkuøkjunum.

Shinzo Abe, forsætsráðharri hevur avlýst fundir í m.a. Europa av undantaksstøðuni, sum valdar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098