Søguligur fundur millum Putin og Trump í Helsinki

Søguligur fundur millum Putin og Trump í Helsinki
Enn veit eingin fyri vist, hvat stendur á fundarskránni millum Trump og Putin mánadagin, men skráin er stytt úr einum tíma niður í hálvan tíma
Brynhild Thomsen tekur saman um søguligar fundir millum amerikanskar og russiskar forsetar
Mynd: savn  
 
15.07.2018 - 09:38

Seinast teir báðir tosaðu saman í telefon var í mai, og tá tosaðu teir um Sýria, Miðeystur sum heild og um Norðurkorea stendur á heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum.

Toppfundir millum amerikanskar forsetar og toppleiðsluna í Kreml hava søguliga verið dramatiskir og summir hava eisini sett søgulig spor. Nú Donald Trump á fyrsta sinni formliga skal hitta Vladimir Putin, hevur National Public Radio í USA hugt eitt sindur aftur í søguna.

Boris Yeltsin og Bill Clinton
Ein heilt serligur toppfundur - kanska meira komiskur eisini - var í 1994, tá Boris Yeltsin kom til Washington. Hann gisti í Blair House, sum liggur hinumegin vegin frá Hvítu Húsunum. Mong ár seinni avdúkaði vertur hansara, Bill Clinton, at Yeltsin hevði áneyðir at sleppa út seint eitt kvøldið. Hann var farin út, tá agentar hjá Secret Service funnu russiska leiðaran í undirklæðum og við eitt sindur slørutari talu - hann mungaði so illa eftir pitsa, segði Clinton.

Hesir toppfundirnir - summir óvuliga álvarsamir, aðrir meira láturverdir - hava tað til felags, at teir lýsa støðuna, sum valdar millum Washington og Moskva. Viðurskiftini millum Clinton og Yeltsin vóru tildømis nógv merkt av, at Kalda Kríggið var av, og at Russland vildi hava tættari samstarv við vesturheimin, hóast Yeltsin ikki var glaður um, at NATO víðkaði verjusamgonguna inn í eystureuropa. Stemningurin á toppfundunum var tí vanliga heilt kátur.

Nikita Khruschev og John F. Kennedy
Tá John F. Kennedy hitti aðalskrivaran í sovjettiska kommunistaflokkinum, Nikita Khruschev í Wien 1961 var einki kæti. Kennedy var ungur, og Khruschev helt seg kunna hótta hann til at akta. Eftir fundin segði Kennedy alment, at alt var í fínasta lagi, men í trúnaði segði hann: "Kruschev bankaði meg sundur og saman". Tveir mánaðir eftir toppfundin gav Khrushchev Eysturtýsklandi boð um at byggja Berlinmúrin, og árið eftir sendi Khrushchev sovjettiskar rakettir til Kuba. Stórveldini riðaðu á eggini til kjarnorkukríggj, men at enda bakkaði Sovjettsamveldið.

Richard Nixon verður í mannamunni kallaður ein Kaldur Krígsmaður. Men hann royndi at fáa í lag eitt virkið samband við Sovjetsamveldið, sum eisini hevði við sær avtalur um vápnatamarhald. Hóast hesir toppfundirnir tá í tíðini høvdu sera stóra vandar við sær, so vóru eingi alternativ, um okkurt slag av sambandi skuldi vera millum partarnar. Og so góvu toppfundirnir eisini leiðarunum møguleika fyri at fáa skjót úrslit.

Michael Gorbachev og Ronald Reagan
Eitt dømi um tað var í Reykjavík í 1986, tá Ronald Reagan hitti Michael Gorbachev har. Frammanundan var Reagan ógvuliga ivingarssamur um Gorbachev. Men eftir fyrsta fundin teirra millum, kunngjørdu teir til stóra undran, at teir høvdu avtalað at øll kjarnorkuvápn skuldu verða burturbeind ár 2000. So langt kom tað ongantíð, men ein avtala varð undirskrivað, sum setti bann fyri ávísum kjarnorkuvápnum, og teir báðir bygdu eitt álit upp, sum helt tamarhald á spenninginum, meðan Sovjettsamveldið fall saman sum stórveldi.

National Public Radio leggur tó dent á, at sambond við russarar, grundað á álit, ikki altíð hava riggað. Tildømis helt Georg W. Bush í byrjanini, at hann hevði fingið gott samband í lag við Vladimir Putin. - Eg hugdi inn í eyguni á honum, og eg helt hann vera sera beint fram og álitisvekjandi. Vit samskiftu væl, og eg fekk eina fatan av sál hansara, segði Bush eftir at hava hitt Putin í 2001. Men skjótt gekk skeivan veg, og fílst var á, at Bush hevði verið bláoygdur. Barack Obama, forseti royndi at byrja av nýggjum við Putin, men tær royndirnar vóru til fánýtis, og partarnir skuldsettu hvørannan fyri líkt og ólíkt. Og nú mánadagin er tað so Donald Trump, sum skal royna seg yvir av Vladimir Putin í Helsinki í Finnlandi. Og hann heldur, at hann fer at klára tað væl. Alment í øllum førum.

keldan til søguligu gjøgnumgongdina av toppfundum millum amerikansku og russisku leiðararnar høvdu vit frá npr.org, sum gjørdi samrøðu við Angelu Stent, sum stendur á odda fyri Russian Studies á Georgetown University. Í áratíggju hevur hon fylgt við í toppfundunum og hevur hitt Vladimir Putin, forseta hvørt ár tey seinastu 14 árini sum partur av sínum akademiska arbeiði. Hon greiðir frá, at í oktober í fjør fanst Putin at amerikanarum: - Hví eru tit amerikanarar so atfinningarsamir móti tykkara egna forseta? Tit vísa honum ikki nóg stóra virðing. Tit eiga at lata hann sleppa at gera sítt arbeiði, endurgevur Angela Stent Putin fyri at hava sagt. Tveir minuttir seinni húðfletti hann amerikanska uttanríkispolitikkin og øll tey ræðuligu tingini, sum amerikanarar gera, sigur hon við Natonal Public Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098