Thor Beamer seldur til Malta

Thor Beamer seldur til Malta
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur selt skipið Thor Beamer, sum felagið keypti úr Hollandi í 2006.
Mynd: Thor.fo  
 
18.07.2018 - 17:12

Hans Andrias Kelduberg frá Thor sigur, at reiðaríið hevur arbeitt við at selja tey eldru frálandaskipini úr felagnum, millum annað tí tað er torført at fáa eldru skipini at liva up til strongu krøvini, sum verða sett til frálandaskip. 

Við hesi søluni er bert Tórsvík eftir av teimum eldru skipunum hjá Thor.

Thor Beamer er 31 ára gamal og varð bygdur á Visser skipasmiðjuni í Hollandi í 1987. Thor keypti skipið úr Hollandi í 2006.

Felagið, ið keypti Thor Beamer, er av Malta og eitur Malta Towage Limited.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098