Kvotan ov lítil og uppboðssøla eingin trygd

bannari
Kvotan ov lítil og uppboðssøla eingin trygd
Nevndin í JFK troli avgjørdi at selja Sjúrðarberg, tí kvotan í Barentshavinum er ov lítil til tvey skip, og uppboðssølan er óviss
Sjúrðarberg er seldur til Russlands, og manningin er uppsøgd.
 
26.07.2018 - 08:05

Tað er rætt, at kvotan í Barentshavinum fyrr hevur verið minni enn hon er nú, og at JFK tá hevur havt tvey skip at fiska kvotuna.

Men munurin er, at felagið tá visti, at um kvotan aftur bleiv størri, fekk felagið sín part. 

Hetta er ikki galdandi eftir, at fiskivinnunýskipanin er samtykt. Tað sigur nevndin í JFK, nú Sjúrðarberg er seldur russum.

Leggjast kann afturat, at fyrr vórðu aðrir møguleikar at fiska til kvotan aftur bleiv størri, millum annað á Flemish Cap ella í Irmingarhavinum. 

Kvotan hjá JFK í Barentshavinum er við vissu ikki størri enn 9.300 tons. 

Kvota til eitt skip

Og 9.300 tons klárar Gadus einsamallur at fiska.

Tí avgjørdi nevndin í JFK at selja Sjúrðarberg, sigur Niels Winther Poulsen, nevndarformaður. 

Hann sigur, at til ber at keypa kvotu á uppboðssølu, og tað hevur felagið gjørt í ár.

Hildið verður tó ikki, at tað er ein nøktandi skipan at keypa kvotu á uppboðssølu, í hvussu so er ikki at eiga skip og hava manning tøka til at fiska kvotu, sum møguliga eydnast at keypa. 

Her skal eisini havast í huga, sigur nevndarformaðurin í JFK, at uppboðssøluleisturin sum hann higartil er skipaður í stóran mun eggjar til, at aðrir enn verandi aktørar skulu bjóða og keypa kvotu, sum verður boðin út. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860