Bussleiðin broytt kortini

Bussleiðin broytt kortini
Bussleiðin, sum ikki skuldi broytast, hóast Glasir letur upp, verður nú kortini broytt. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
 
09.08.2018 - 16:43

Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu, segði við útvarpið fyrrapartin, at hóast Glasir í næstum letur dyrnar, so verður ferðaætlanin hjá Bussleiðini í Tórshavn ikki broytt. 

- Verður tað ein trupulleiki við, at nógv fólk koma klokkan 8, so seta vit helst ein buss á leiðina afturat, men vit vilja heldur síggja, hvussu leikur fer fram fyrst, segði hann. 

John Fonsdal, leiðari á Bussleiðini, harmaðist almikið um hetta. 

LES EISINI: Bussleiðin óbroytt hóast Glasir letur upp

Nú er vent í holuni. Tórshavnar kommuna boðar nú frá á heimasíðuni, at ferðaætlanin hjá Bussleiðini í Tórshavn verður broytt í samband við, at Glasir letur upp í næstu viku. 

Ferðslan, ið áður varð savnað um Hoydalar, skal nú beinast í Marknagil, og tískil verður broyting gjørd á leið 5.

Leið 5 koyrir í framtíðini ikki eftir Eystara Ringvegi og Hvítanesvegnum, men eftir Vegnum Langa, Sundsvegnum og Norðara Ringvegi og víðari sambært ferðaætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444