Dressingar afturkallaðar

Dressingar afturkallaðar
Hevur tú keypt dressingar seinastu dagarnar, so er at ansa tær, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan segði í gjár, at fleiri sløg eru óegnað til matna.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur millum annað afturkallað Karry dressing frá Bähncke.
 
11.08.2018 - 15:04

Talan er um Karry Dressing og Karry Mango Dressing frá Bähncke, Creme Fraiche Dressingar frá Beauvais, AH og NN. Í øllum førum er talan um dunkar við 900 grammum í.

Heita veðrið í Danmark er orsøkin,  tí gassgerð er í dunkunum orsaka av mjólkasýrubakterium. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki til at lata vøruna aftur, har hon er keypt, ella beina hana burtur.

Á heimasíðuni hjá starvsstovuni ber til at síggja júst, hvørji sløg av dressing talan er um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444