Fólkatalið í Norðurlondum vaksið

Fólkatalið í Norðurlondum vaksið
Samanumtikið vaks fólkatalið í Norðurlondum 8,1 prosent frá 2007 til 2017, upp í slakar 27 milliónir fólk.
Fólkavøksturin í Noregi er 12,4 %
 
14.08.2018 - 09:07

Fólkatalið vaks mest í Noregi frá 2007 til 2017, og tað minkaði í Grønlandi.

Tað siga hagtøl um fólkatalið í Norðurlondum.

Vøksturin í Noregi er 12,4 %. Hann stavar fyrst og fremst frá tilflytingini, sum er 8,4 % netto. 8,4 % fleiri fluttu til Noregs árini 2007 til 2017 enn tey, sum fluttu frá Noregi.

Ísland er nummar tvey á listanum. Har er vøksturin í fólkatalinum 10 %. Í Íslandi ger burðaravlopið munin, tað var 8 % árini 2007 til 2017.

Síðani er raðfylgjan viðvíkjandi fólkavøkstri Svøríki, Áland, Danmark, Finnland, Føroyar og Grønland.

Í Grønlandi minkaði fólkatalið 1,4 % árini 2007 til 2017, tí so nógv fluttu úr landinum, nettotilflytingin var minus 7,5 %. 

Samanumtikið vaks fólkatalið í Norðurlondum 8,1 % frá 2007 til 2017, upp í slakar 27 milliónir fólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098