Tvær milliónir til ph.d.-verkætlanir

Tvær milliónir til ph.d.-verkætlanir
Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær vinnu ph.d.-verkætlanir - eina millión krónur til hvørja verkætlan.
 
15.08.2018 - 08:46

Onnur verkætlanin kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt-aling á landi”. Partarnir í verkætlanini eru Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord og DTU Environment.  Eisini verður samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.

Hin verkætlanin kallast “Útvinnan av alduorku við Føroyar”. Partarnir í verkætlanini eru Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF og DTU Mechanical Engineering. Eisini verður samstarvað við SEV, Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.  

Ein vinnu ph.d.-verkætlan er skipað eftir einum føstum leisti, sum er nakað øðrvísi enn ein vanlig akademisk ph.d.-verkætlan.

Ein ph.d.-kandidatur verður settur í starv í eini fyritøku og samstundis innskrivaður til ph.d.-lestur á einum universiteti. Harafturat kann talan vera um aðrar partar eisini, t.d. fleiri fyritøkur ella granskingarstovnar.

Tað er fyritøkan, sum fær stuðul til verkætlanina, og sum rindar restina av kostnaðinum av verkætlanini annaðhvørt sjálv ella í samstarvi við aðrar privatar partar.

Tað er í stóran mun fyritøkan, sum avger, hvørjum verður granskað í og hví, og úrslitini skulu oftast brúkast ítøkiliga í hesi fyritøkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098