Skal verða lættari at sleppa umborð á Rituna

Skal verða lættari at sleppa umborð á Rituna
Danska skaðanevndin hevur kannað og skrivað frágreiðing um vanlukkuna á Kirkju, tá ein maður druknaði.
 
17.08.2018 - 08:41

Tað skal gerast lættari at fáa fólk úr sjónum um borð á strandfaraskipið Rituna.

Danska skaðanevndin hevur kannað og skrivað frágreiðing um vanlukkuna á Kirkju sunnudagin 11.mars, tá ein maður, sum skuldi um borð á Rituna, datt niður í millum og druknaði. 

Illa gekst at fáa mannin um borð aftur, tí hann var lívleysur.

LES EISINI: Tveir menn lótu lív á sjónum

Strandfaraskip Landsins siga við Skaðanevndina, at tey hugsa um at seta útgerð í Rituna, so fólk við maskinmegi kunnu hivast upp úr sjónum í staðin fyri at brúka handamegi sum nú.

Hetta verður gjørt, tá Ritan skal í dokk í september. Tá verða bummur og spæl sett í Rituna, sigur Strandferðlsan.

Strandferðslan mælir eisini til at betra atløguviðurskiftini í Fugloy og í Svínoy.

LES EISINI: Bíða eftir kanning og sjófrágreiðing um vanlukku

Sjóvinnustýrið í Føroyum mælir til, at siglingin hjá Strandferðsluni til Fugloynna og Svínoynna verður eftirmett, og neyvari reglur verða gjørdar um, nær lagt verður at í oyggjunum. 

Vanlukkan á Kirkju hendi, sigur danska Skaðanevndin, tí staðkendi maðurin, sum skuldi umborð á Rituna, ikki valdi røttu løtuna til at fara umborð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860