Tyrlan eftir sjúkum manni í morgun

Tyrlan eftir sjúkum manni í morgun
Tyrlan var tíðliga í morgun eftir einum manni umborð á einum grønlendskum trolara, sum varð vorðin sjúkur.
 
06.09.2018 - 10:35

Um hálvgum níggju tíðina setti bjargingartyrlan seg á tyrlupallinum við Landssjúkrahúsið við einum av manningini á einum grønlendskum trolara, sum varð vorðin sjúkur.

Boð vórðu send eftir tyrluni um fimm tíðina í morgun.

Tá var grønlendski trolarin staddur meira enn 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar.

Trolarin sigldi ímóti markinum, so teinurin hjá tyrluni at flúgva bleiv nakað styttri.

Sjúki maðurin varð tikin upp í øllum góðum, og um hálvgum níggju tíðina setti tyrlan seg á tyrlupallinum við Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846