Løfven roynir at skipa stjórn

Løfven roynir at skipa stjórn
Fyrrverandi forsætisráðharrin, Stefan Løfven, skal nú royna at skipa stjórn í Svøríki, nú tað miseydnaðist hjá Ulf Kistersson.
 
16.10.2018 - 08:30

Hóast tað er ein mánaður farin, síðani val var í Svøríki, so hevur eingin stjórn skipað enn. 

Leiðarin hjá sosialdemokratunum og fyrrverandi forsætisráðharrin, Stefan Løfven, skal nú royna at skipa stjórn í Svøríki, nú tað miseydnaðist formanninum fyri Moderatarnar, Ulf Kistersson.

Løfven hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil hava samstarv millum báðar blokkarnar. 

- Hvørgin blokkurin hevur meiriluta, og tí skal blokk-býtið ikki verða grundarlag fyri at skipa stjórn, segði Løfven, tá hann seinnapartin í gjár helt tíðindafund. 

Men Løfvén dylir ikki fyri, at tað verður hvørki lætt ella skjótt at fáa nýggja stjórn skipaða í Svøríki.

Stefan Løfven vil helst samstarva við Centerpartiet og Liberala flokkin, og hann sigur, at skulu úrslit røkkast, ja, so mugu allar partar linka síni egnu krøv og gera semjur.

Á tíðindafundinum í dag endurtók Stefan Løfvén, at einki samstarv verður við Sverigesdemokraterna, men nýggj stjórn skal hava størri mál enn bara at stríðast móti høgravíðgongda politikkinum, segði hann. 

Løfvén nevndi í tí sambandi veðurlagspolitikkin, har tað er átrokandi at skerja útlátið, so upphitingin ikki fær vanlukkuligar fylgjur, og hann nevndi skúlabygging og fíggjarviðurskifti hjá eldru borgarunum. 

Men umframt hesi innanlands viðurskiftini, so skal Svøríki eisini vera støðuføst megi í ES og styrkja sína hernaðarligu verju, segði Stéfan Løfvén.

Forkvinnan í Centerpartiet, Annie Løøf, segði fyrr í dag, at hon vil hava báðar teir størstu flokkarnar, Moderatarna og Sosialdemokratarnar, at tosa saman. 

Løøf vil eisini hava eina loysn millum báðar blokkarnar í Ríkisadegnum, men hon vil ikki hava Stefan Løfven sum forsætisráðharra. 

- Vit mæla framvegis til, at Ulf Kristersson verður forsætisráðharri, sigur Løøf.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098