Ongar reglur um orðing

Ongar reglur um orðing
Ongar reglur eru um, hvussu tað eigur at skiljast, tá skrivað verður "her i landet" og "her i riget" í donskum lógum. Tað veldst um, hvør lógin er
 
29.10.2018 - 08:35

Tað sigur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, í svari til Føroyanevndina hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Dømi í spurninginum er eitt fólk, sum mesta partin av lívinum búði í Danmark, men síðani flutti til Føroya at búgva.

Løgmálaráðið fær ikki svarað

Í donsku lógini um fólkapensjón verður orðingin "her i riget" brúkt. Men orðingin merkir tó "her i landet", altso Danmark, sambært avgerð um fólkapensjónina hjá fólkinum, sum verður brúkt sum dømi i spurninginum.

Danska lógin um fólkapensjón er, sambært avgerðini, ikki galdandi fyri Føroyar, hóast Føroyar eru í ríkinum. Søren Pape Poulsen sigur, at Løgmálaráðið fær ikki svarað, hvussu orðingarnar skulu skíljast.

Men hann vísir til Arbeiðsmálaráðið, sum kann svara, hvussu orðingin "her i riget" skal skiljast í lógini um fólkapensjón.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860