Trudeau hevur hoyrt upptøkur av Khashoggi-drápinum

Trudeau hevur hoyrt upptøkur av Khashoggi-drápinum
Kandiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, sigur nú, at kanadisku myndugleikarnir hava hoyrt upptøkur frá drápinum av Jamal Khashoggi.
 
12.11.2018 - 15:31

Kanadiska fregnartænastan hevur hoyrt eina upptøku, tá tíðindamaðurin Jamal Khashoggi, var dripin á saudiarabiska konsulatinum í Istanbul.

Tað váttar kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, sum er í Paris.Tað er Turkaland, sum hevur upptøkuna.

Khashoggi fór inn á konsulátið 2. oktober, men hann kom ongantíð út aftur. Eftir stórt trýst hevur saudiarabia viðgingið, at hann varð dripin á konsulátinum.

Turkiski forsetin, Erdogan, hevur seinni sagt, at Turkaland hevur eina upptøku av drápinum, og at myndugleikarnir í USA, Bretlandi, Týsklandi og Fraklandi hava fingið avrit av upptøkuni.

Einki av teimum londunum vilja gera nakrar viðmerkingar til málið, men kanadiski forsætisráðharrin heldur ikki, at nakað má fjalast.

Forsætisráðharrin sigur, at kanadiska fregnartænastan hevur samstarvað við turkisku fregnartænastuna um málið, og veit um alt, sum turkar vita um málið.

Franski uttanríkisráðharrin sigur, at so vítt hann veit, hevur Frakland ikki fingið nakað avrit av upptøkuni.

Ovastin í CIA, Gina Haspel, var í Turkalandi seinast í oktober, og har hoyrdi hon upptøkuna, skrivar AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098