Lars Olsen hevur sett liðið

Lars Olsen hevur sett liðið
Nú er greitt, hvørjir byrja inni fyri Føroyar ímóti Malta í kvøld
 
20.11.2018 - 11:49

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur gjørt tvær broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin ímóti Malta, samanborið við dystin ímóti Aserbadjan .

René Shaki Joensen og Jákup Thomsen eru nýggir í byrjanaruppstillingini. Odmær Færø og Klæming A. Olsen byrja á beinkinum. 

Teir sum byrja dystin fyri Føroyar eru hesir

Gunnar Nielsen  málverji
Gilli Sørensen høgri bakkur
Viljormur Davidsen vinstri bakkur
Atli Gregersen (liðsk.) miðverji
Sonni Ragnar Nattestad miðverji
Rógvi Baldvinsson defensivur miðvallari
Sølvi Vatnhamar høgri vongur
Rene S. Joenen vinstri vongur
Hallur Hansson sentralur miðvallari
Brandur H. Olsen sentralur miðvallari
Jákup Thomsen framherji

Hóast Føroyar ikki kunnu vinna bólkin, so hevur dysturin týdning fyri styrkismetingina til komandi EM-undankappingina.

Dysturin ímillum Malta og Føroyar byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Sjónvarpið sendir beinleiðis. Vit byrja aftaná Dag og viku.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949