90 dagar at tingast um toll

90 dagar at tingast um toll
Líkt er til, at handilsósemjan millum Kina og USA er blotnað nakað.
Donald Trump og Xi Jinping við fylgjum sínum Buenos Aires í gjár.
Mynd: AP  
 
02.12.2018 - 15:12

Hvítu húsini í USA boða í dag frá, at Donald Trump, forseti, og kinverski starvsbróðir hansara, Xi Jinping, ikki ætla sær at hækka handilstollin millum londini. Komandi 90 dagarnar fara teir báðir at royna at loysa ósemjuna, verður sagt.

Tað var í gjárkvøldið, at teir báðir ótu døgurða saman í Buenos Aires í Argentina og tosaðu um handilsósemjuna millum londini bæði.

Aftan á arbeiðsdøgurðan varð sagt, at Hvítu húsini ikki fara at krevja hægri toll av kinverskum vørum frá 1. januar, sum annars ætlað. Kortini hongur hóttanin við:
"Klára vit ikki at semjast eftir 90 døgum, hækkar tollurin úr 10 í 25 prosent," ljóða boðini úr Hvítu húsunum.

Handilsósemjan millum USA og Kina versnaði, tá ið Donald Trump fyrr í ár ásetti revsitoll fyri ávísar vørur úr Kina; hetta fekk kinverjar at svara aftur við at áseta revsitoll fyri amerikanskar vørur.

Eftir døgurðan í argentiska høvuðsstaðnum í gjár er greitt, at Kina longu nú fer at innflyta fleiri landbúnaðarvørur úr USA. Handilsósemjan seinasta hálva árið hevur nettupp havt við sær, at Kina keypir minni av soyabønum og øðrum amerikonskum landbúnaðarvørum.

Eitt annað ítøkiligt úrslit eftir fundin millum Donald Trump og Xi Jingping er, at Kina beinanvegin lovar, at teir kinverjar, sum framleiða og útflyta fentanyl til USA, eiga at kunna fáa deyðarevsing. At slíkur heilvágur verður brúktur at rúsa seg við í USA ger, at alt fleiri misnýtarar doyggja. Fentanyl, sum er opiumslíki, er 50 ferðir sterkari enn heroin, og tað verður nógv framleitt í Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098