Innflutningsforboðið í Russlandi galdandi enn

Innflutningsforboðið í Russlandi galdandi enn
Forboðið, sum matvørumyndugleikin í Russlandi hevur sett fyri innflutningi frá virkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum, stendur við
Bakkkafrost á Glyvrum.
 
04.12.2018 - 12:48

Forboðið, sum matvørumyndugleikin í Russlandi hevur sett fyri innflutningi frá virkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum, stendur við.

Forboðið kom í gildi 23. november.

Orsøkin var, at bakteria varð funnin í einum sýni av fráskurði, sum varð innfluttur til Russlands.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur kannað málið og svara russarum. Bakkafrost fann einki, sum var yvir markvirðinum.

Men myndugleikarnir í Russlandi hava ikki svarað enn.

Bakkafrost sigur, at laksurin, sum skuldi til Russlands, fer á aðrar marknaðir.

Men felagið sigur eisini, at tað besta er at hava atgongd til allar marknaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860