Metstór tilmelding til Filmskvøldið

Metstór tilmelding til Filmskvøldið
28 filmar hava í ár meldað seg til kappingina um Geytan og Áskoðaravirðislønina, sum verða latnar á Filmskvøldinum komandi februar.
Mynd: Norðurlandahúsið  
 
04.12.2018 - 15:48

Norðurlandahúsið boðar í dag frá, at tilmeldingin til árliga Filmskvøldið er størri enn nakrantíð áður.

Tá freistin var úti á midnátt mánadagin 3. desember, vóru 28 filmar meldaðir til Filmskvøldið. Ongantíð fyrr hava so nógvir filmar luttikið. 

28 stuttfilmar fara sostatt at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, tá Filmskvøldið fer av bakkastokki tann 23. februar 2019.

Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur.

Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er Bank Nordik, sum letur Geytavirðislønina, meðan áskoðararnir á Filmskvøldinum velja vinnaran av Áskoðaravirðislønini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098