Nógv fleiri koma til Føroya í arbeiðsørindum

Nógv fleiri koma til Føroya í arbeiðsørindum
Hagstovan skrivar, at gistingarhúsini høvdu 5.500 fleiri gistingar fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár enn í fjør
Tvey stór gistingarhús verða bygd í Havn í løtuni.
 
06.12.2018 - 08:02

Fólk, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum. eru nógv fleiri nú enn ferðafólkini eru. 

Hagstovan skrivar, at gistingarhúsini høvdu 5.500 fleiri gistingar fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár enn í fjør.

Vøksturin er 4,5 prosent.

Merkisverda broytingin er, sambært Hagstovuni, at fólk, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum, eru meira enn 50 prosent fleiri, meðan ferðafólkini eru 15 prosent færri í ár.

Í Suðurstreymi øktust gistingarnar, men tær eru óbroyttar í Føroyum annars. 

Nú eru stívliga 70 prosent av gistingunum í Suðurstreymi.

Verður hugt eftir innskrivingum, eru stívliga 2.500 fleiri í Suðurstreymi, men slakar 2.700 færri í Føroyum annars.

Hagstovan hevur framvegis eingi tøl um Airbnb, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098