Tvær milliónir afturat til lágløntar familjur

Tvær milliónir afturat til lágløntar familjur
Familjur, sum hava minstu inntøkurnar, fáa tvær milliónir krónur afturat næsta ár enn upprunaliga ætlað. Vøksturin er næstan 40 prosent
Fleiri pengar til familjur, sum hava minst, siga Fíggjarmálaráðið og meirilutin í Fíggjarnevndini.
 
15.12.2018 - 15:38

Familjur, sum hava minstu inntøkurnar, fáa tvær milliónir krónur afturat næsta ár enn upprunaliga ætlað.

Vøkturin er rættliga stórur í prosentum.

Upprunaliga játtanin er fimm milliónir og 450.000 krónur.

Men Fíggjarmálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina leggja tvær milliónir omaná.

Lógarbroyting

Fíggjarmálaráðið sigur, at í sambandi við lógarbroyting, sum er á veg í løgtingið, er ætlanin at betra korini hjá familjum við lægstu inntøkunum. 

Neyðugt verður tí at hækka játtanina tvær milliónir krónur. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen og Helena Dam á Neystabø, mælir tinginum til at samtykkja hetta.

Í ár hava 391 familjur fingið familjuískoyti. Hetta eru fleiri enn í fjør, tá talið var 365, og tað var 319 í 2016.

Í ár hava 72 fólk, sum eru í útbúgving, hava fingið famljuískoyti í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860