36 dopingroyndir tiknar í ítróttinum fyrsta árið

36 dopingroyndir tiknar í ítróttinum fyrsta árið
Ítróttafólkini, sum eru kannað, umboða fótbólt, hondbólt, kappróður, inniróður, svimjing, judo, boksing og fimleik.. 
Føroysku dopingareftirlitsfólkini tóku 36 royndir fyrsta árið.
 
03.01.2019 - 12:57

36 dopingroyndir vórðu tiknar í fjør, sigur ÍSF.

Hatta var fyrsta árið, føroyska dopingareftirlitsfólk tóku royndir í Føroyum. 

Ítróttafólkini, sum eru kannað, umboða fótbólt, hondbólt, kappróður, inniróður, svimjing, judo, boksing og fimleik. 

Dopingroyndirnar eru tiknar í Klaksvík, Runavík, Norðragøtu, Tórshavn, Vestmanna, Sandavági og í Vági.

Føroysku dopingareftirlitsfólkini halda, at ítróttafólk eru vorðin meira tilvitað um antidoping, sigur ÍSF.

Dopingareftirlitsfólk hava fyri stuttum verið í Danmark og kunnað seg meira um arbeiðið hjá Antidoping Danmark við venjingarmiðstøðum.

Átta venjingarmiðstøðir í Føroyum hava gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444