Oljuleiting: Nú verður fimta leitiumfar

30.01.2019 - 17:32
AktueltVinna
Oljuleiting: Nú verður fimta leitiumfar
Oljukeldur og nógv leitivirksemi nærindis Hetlandsrennuni gera, at tað aftur er vorðið áhugavert at leita eftir kolvetni í føroyskum øki
 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sent uppskot til hoyringar um fimta umfar at leita og framleiða kolvetni.

Á bretska landgrunninum tykist økið vestan fyri Hetland at fáa størri týdning hjá bretum at bjóða oljufeløgum at leita og framleiða kolvetni úr.

32. útbjóðingarumfarið hjá Bretlandi verður eftir ætlan frá juni til november í ár, og partur av økinum, sum verður boðið út, fer væntandi at liggja upp at markinum at Hetlandsrennuni.

Samskipa útbjóðing

Stórar oljukeldur og mesta leitivirksemið á bretskum øki eru nú á gáttini til føroyska landgrunnin. Tí eru stór sannlíkindi fyri, at kolvetni verða funnin í eini keldu, sum røkkur tvørtur um markið millum bæði londini.

Jarðfeingi hevur umrøtt henda møguleikan við bretskar olju- og gassmyndugleikar, og partarnir eru samdir um, at bæði londini og oljufeløgini kunnu fáa fyrimunir, um Føroyar og Bretland samskipa útbjóðingina báðumegin markið.

Mett verður, at Hetlandsrennan verður einasta øki, sum fer at geva kolvetnisskattainntøkur í Bretlandi í 2030.

Tað er við hesum samtarvi í huga, at mett verður, at tíðin er komin at seta sjøtul á fimta útbjóðingarumfar á føroyskum øki, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í viðmerkingunum til uppskotið, sum nú er sent til hoyringar.

Økið, sum skotið verður upp at bjóða út í fimta útbjóðingarumfari, er 9.418 ferkilometrar til støddar. Økið er í Hetlandsrennuni.

Arbeiðið, sum er gjørt á Jarðfeingi seinnu árini, bendir á, at áhugaverdasta økið á føroyska landgrunninum liggur fram við bretska markinum í syðra parti av Hetlandsrennuni.

Hetta er eisini økið, sum oljufeløg hava størstan áhuga fyri, tá ið ræður um leiting. 

Einki funnið enn

Higartil hava verið fýra leitiumfør, men eingi kolvetni eru funnin í rakstrarverdum nøgdum. 

Endaliga úrslitið av fjórða útbjóðingarumfari, sum læt aftur fyri umleið einum ári síðani, varð, at Jarðfeingi fekk bara eina umsókn, men einki leitiloyvi var latið.

Jarðfeingi sigur, at orsøkin til laka úrslitið av hesum útbjóðingarumfarinum var, at leitivirksemið var ikki komið í gongd aftur eftir stóra oljuprísfallið í 2014, at Føroyar framvegis verða mettar at vera eitt útjaðaraøki í leitingarhøpi, og at loyvistreytirnar, sum vórðu bodnar oljufeløgunum, vóru ikki kappingarførar. 

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið um fimta leitingarumfar er 6. februar.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. juni
Ferðafrásøgn úr Kalsoynni (1:2)
95609
Hósdag 20. juni
Jazzofonin: Acid jazz
95849
Hósdag 20. juni
Mono: Jazzárið 1959 (3:4)
95846
Hósdag 20. juni
Morgunlestur hósdagur 20. juni 2019
95755
Mikudag 19. juni
LEITISSTEIN 03.06.2019 (LYON)
95829
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. juni
Savnsgull: Frætt & Fregnað 1:3
40584
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andakt við Elsu í Skorini
95706