Fiska nú keypta kvotu

Fiska nú keypta kvotu
Fiskiskapurin hjá føroysku línuskipunum, sum fiska á Flemish Cap, er so góður, at frystiorkan hjá skipunum avger, hvussu skjótt, skipini fiska
Eivind er í St. Pier við fiski av Flemish Cap
 
12.02.2019 - 11:37

584 tons eru eftir av felagskvotuni. Men Klakkur og Stapin fiska nú av kvotunum, sum eru keyptar á uppboðssølu.

Eivind og Kambur eru í St. Pier og avreiða. Klakkur hevur 112 tons eftir at hava fiskað í hálvt fjórða samdøgur.

Ågot fer eisini

Ætlanin er, at Ågot fer eisini á Flemish Cap. Hini skipini hava lovað at goyma nakað av felagsskvotuni til Ågot. 

Nú eru 584 tons eftir av felagsskvotuni. Trolarin Ran hevur fiskað svartkalvan á Flemish Kap. Føroyska kvotan er 211 tons.

Ran er nú veg til leiðina norðan fyri Asorurnar eftir búrfiski. Føroyar hava ásett sær 150 tons av búrfiski í altjóða sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098