Eingin grønlendskur ríkisborgaraskapur

Eingin grønlendskur ríkisborgaraskapur
Tað ber ikki til at hava dupultan grønlendskan ríkisborgaraskap innan fyri ríkisfelagsskapin, staðfestir danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen
 
30.03.2019 - 15:33

Fólkatingslimurin hjá Inuit Atagatigiit, Aaja Chemnitz Larsen, hevur spurt løgmálaráðharran um møguleikan fyri dupultum ríkisborgaraskapi.

Aaja sigur í viðmerkingum til spurnngin, at grønlendingar eru í dag danskir ríkisborgarar og kunnu fáa danskt pass, har tað tó eisini kann standa Kalaallit Nunaat - altso Grønland á. Men í ávísum støðum í Grønlandi vilja fólk hava grønlendska ríkisborgaraskap, - møguliga ein supplerandi ríkisborgaraskap, men tað ber ikki til í dag. 

Aaja Chemnitz Larsen spyr, hvørjar møguleikar og avleiðingar stjórnin heldur, at tað hevur fyri grønlendingar at fáa dupult ríkisborgaraskap, og hvørja forðingar stjórnin heldur kunnu vera í hesum.

Søren Pape Poulsen svarar, at forðingin er eingin onnur enn grundlógin. 

Grein 1 í grundlógini staðfestir, at danska ríki er ein  stjórnarskipanarlig eind. Tað vil siga, at allir partar í ríkinum tilsamans er EITT fólkarættarligt subjekt, og at partar av ríkinum hava sostatt onga sjálvstøðuga fólkarættiliga heimild, skrivar Pape Poulsen.

Innanfyri karmanarnir á ríkisfelagsskapinum er ikki gjørligt at lata ein part av ríkinum fáa støðu sum sjálvstøðugur statur, undir hesum at fáa møgulleikan at geva fólki ríkisborgararætt, kemur fram í svarinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012