Neistin vann fyrstu FM-finaluna

Neistin vann fyrstu FM-finaluna
Neistin tók í kvøld fyrsta fetið móti føroyameistaraheitinum
 
31.03.2019 - 19:02

Neistin vann fyrstu FM-finaluna, sum varð spæld ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.

Neyðugt var við umdysti á tvær ferðir fimm minuttir, tí upprunaligi dysturin endaði við javnleiki, 24-24. Hálvleiksstøðan var 14-12 til Neistan.

Neistin endaði omaná í umdystinum. Teir vunnu samanlagt 30-28. Í hálvleikinum var støðan 27-24 til Neistan.

Enn er tó langt á mál, tí spælt verður við eini best av fimm skipan. Tað merkir, at tað liðið sum fyrst vinnur tríggjar finalur er føroyameistari.

Neistin og H71 spæla aftur FM-finalu komandi mikukvøld. Kringvarpið stroymir allar FM-finalurnar beinleiðis á kvf.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098