Vøksturin í gistingarhúsvinnuni heldur fram

Vøksturin í gistingarhúsvinnuni heldur fram
Gistingarhúsvinnan hevði útivið 1.000 fleiri gistingar í fyrsta ársfjórðingi samanborið við 2018
 
15.05.2019 - 08:47

Tað vóru 21.478 skrásettar gisti-nætur í gistingarhúsum 1. ársfjórðing 2019. Tað eru 935 ella 4,6 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2018.

Tað skrivar Hagstovan. Av teimum gistandi er størsti parturin úr Danmark og Føroyum. Størsti vøksturin í tali er hjá fólki, búsitandi í Danmark, svarandi til ein vøkstur uppá 19 prosent.

Lutfalsliga var eisini sera stórur vøkstur úr Norðuramerika, Norra, Íslandi, Finnlandi, Fraklandi og Spania, vísa tølini hjá Hagstovu Føroya.

Merkisvert er eisini stóri vøksturin úr londum í Asia og Afrika. Hinvegin var stór minking úr Týsklandi, har gistingarnar minkaðu niður í helvt, og úr Bretlandi við einum fjórðingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012