Veljarakanning: Sambandsflokkurin stóri vinnarin

bannari
23.05.2019 - 17:01
AktueltPolitikkur
Veljarakanning: Sambandsflokkurin stóri vinnarin
Sambandsflokkurin fær 28,8 prosent av atkvøðunum, vísir nýggj veljarakanning. Tjóðveldi missir hinvegin sítt umboð
Sambandsflokkurin ger eitt hál sambært nýggjari veljarakanning, har 543 fólk vórðu spurd í tíðarskeiðnum frá 18. til 21. mai
 

Sambandsflokkurin verður stóri vinnarin á fólkatingsvalinum 5. juni og fær annað umboðið á fólkatingi. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya og Vágaportalin. 

Hitt føroyska umboðið á fólkatingi fær Javnaðarflokkurin, sum harvið varðveitir umboðanina. Harvið missir Tjóðveldi sítt umboð í fólkatinginum.

Sambært veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt, fær Sambandsflokkurin 28,8 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein framgongd upp á heili 5,3 prosent í mun til valið í 2015. 

543 fólk spurd frá 18. til 21. mai

Javnaðarflokkurin fær 24,3 prosent av atkvøðunum, sum er neyvt tað sama atkvøðuprosentið sum við seinasta val. Tjóðveldi fær 21,6 prosent av atkvøðunum, afturgongdin er 2,9 prosent. 

Hin stóri flokkurin, Fólkaflokkurin, megnar - sambært veljarakanningini - ikki rættiliga at bjóða av í stríðnum um fólkatingssessirnar. Fólkaflokkurin fær 18,6 prosent av atkvøðunum sambært kanningini. 

Teir báðir smærru flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsvalið, Framsókn og Sjálvstýri, fáa ávikavist 4,1 og 2,6 prosent av atkvøðunum. Hjá báðum flokkunum er talan um eina framgongd upp á 0,9 prosent.

543 fólk hava svarað í Gallup-kanningini, sum varð gjørd leygardagin og fram til týsdagin. Óvissan í veljarakanningini er 3,4 prosent hvønn vegin.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Nón 26. februar 2020
105314
Mikudag 26. februar
Dagsoms yrking - Vakt
104579
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Úr savninum: Ymisk lív
105296
Mánadag 24. februar
Upp á gólv - í Skálanum
105214
Mánadag 24. februar
3-2
105221
Sunnudag 23. februar
Andakt við Carsten Fonsdal Mikkelsen
105169
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta í Miðvágs kirkju
105167