Føroyska ferðslulógin kanska brot á mannarættindi

Føroyska ferðslulógin kanska brot á mannarættindi
Hósdagin í næstu viku fer Hægstirættur í Danmark at svara spurninginum, um føroyska ferðslulógin er brot á mannarættindini
Sambært ferðslulógini hava fólk skyldu til at boða løgregluni frá um ferðsluóhapp.
 
28.05.2019 - 12:42

Hósdagin í næstu viku fer Hægstirættur í Danmark at svara spurninginum, um føroyska ferðslulógin er brot á mannarættindini.

Eitt mál um hetta var í Hægstarætti í gjár.

Ferðslulógin í Føroyum áleggur fólki at boða politinum frá ferðsluóhappi.

Men tað ber ikki til at áleggja fólki at melda seg sjálv til politiið, tí eingin hevur skyldu til at melda seg sjálvan fyri brotsverk.

- Tað er at bróta mannarættindini, sigur Christian Andreassen, advokatur, sum var í Hægstarætti í gjár.

Fráboðanarskyldan

Í ferðslulógini stendur, at hvør tann, sum sekur ella ósekur kemur upp í ella annars verður fyri ferðsluóhappi, hevur skyldu til beinan vegin at boða løgregluni frá ferðsluóhappinum

Christian Andreassen er verji hjá einum manni, sum er dømdur fyri rúsdrekkakoyring í Føroya rætti og í Eystara landsrætti.

Hann var í einum ferðsluóhappi, boðaði ikki frá, men varð tikin innan fyri seks tímar eftir óhappið.

Tá var hann ávirkaður, men hann sigur, at hann var edrúur, tá hann koyrdi. 

Men seks tíma reglan, sum kom í 1981, sigur, at er bilførari ávirkaður, tá hann verður tikin innan fyri seks tímar eftir ferðsluóhapp, hevur bilførarin eisini verið ávirkaður, tá hann koyrdi.

Hendan reglan er ikki galdandi í Danmark, og nógv kjak var um hana, tá hon kom í Føroyum á sinni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846