Trý fólk fáa starvslønir

Trý fólk fáa starvslønir
Trý listafólk fáa løn í trý ár, so tey burtur av kunnu arbeiða við list. Listafólkalønirnar frá Mentanargrunni landsins eru nú latnar
 
06.06.2019 - 16:14

Nevndin hevur gjørt av at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár, so tey burturav kunnu arbeiða við list innan tónleik, myndlist og bókmentir.

Fyri tónleik var tað Jens L. Thomsen, sum fekk listafólkalønina. Fyri myndlist var tað Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og fyri bókmentir var Carl Jóhan Jensen.

26 umsóknir komu inn

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum. Tey, sum fáa listafólkaløn, kunnu ikki røkja annað fast starv meðan tey fáa listafólkaløn.

Listafólkini kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi. Upphæddin á eini listafólkaløn er á sama stigi sum ein læraraløn á lønarstigi 21.1.

Tað svarar til umleið 28.000 krónur um mánaðin, umframt 17 prosent í eftirløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946