Tarrant noktar seg sekan í skotálopi í Ný Sælandi

Tarrant noktar seg sekan í skotálopi í Ný Sælandi
Maðurin, sum verður hildin at hava skipað fyri atsóknini at tveimum moskum í býnum Christchurch í Ný Sælandi, noktar seg sekan.
 
15.06.2019 - 09:37

28 ára gamli Brenton Tarrant er skuldsettur fyri at hava dripið 51 fólk, og at hava roynt at dripið 40 fólk aftrat í atsóknini í Christchurch í Ný Sælandi.

Hann er eisini skuldsettur fyri at hava brotið yvirgangslógina í Ný Sælandi.

Yvirgangslógin kom í gildi í 2002, og nú skal hon roynast.

Tók video av skotálopinum
Tarrant gjørdi eisini eina videoupptøku, sum varð send beinleiðis á Facebook, og hon vísti menn, kvinnur og børn, sum vórðu skotin undir fríggjadagsbønini. 

Stutt frammanundan hevði Tarrant kunngjørt eitt manifest í 74 síðum, har hann boðaði frá sínum víðgongdu høgravendu sjónarmiðum.

Tarrant sigur, at hann er ein vanligur hvítur maður, sum hevur fingið íblástur frá norska hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik. 

Rættarmálið byrjar í mai næsta ár, og tað er sett at vara í seks vikur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098