Tyrlan eftir kvinnu í haganum

Tyrlan eftir kvinnu í haganum
Bjargingartyrlan var á nátturða í gjárkvøldið eftir einari kvinnu í Viðoy
 
13.08.2019 - 07:14

Um náttaratíð í gjár vóru boð eftir bjargingartyrluni, tí ein kvinna hevði meislað sær beinið í haganum norðarlaga á Viðoynni.

Kvinnan var farin í Ormadal ein túr saman við einum øðrum, men var óheppin, at fáa somikið av skaða í beinið, at hon ikki fekk gingið. 

Tað gekk skjótt, at fáa kvinnuna á Landssjúkrahúsið. Longu ein tíma eftir, at fráboðanin kom til MRCC Tórshavn, setti tyrlan seg við kvinnuni við Landssjúkrahúsið.

Talan var um eina føroyska kvinnu, verður sagt av MRCC-støðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860