Skipið mátti keypast

Skipið mátti keypast
Varðin mátti keypa uppsjóvarskipið Gitte Henning, fyri at fáa flutt fiskirættindini yvir á skipið og skráseta tað í Føroyum
Seinastu dagarnar hava fólk frá Varðanum verið í Skagen í sambandi við, at felagið skal yvirtaka Gitte Henning
Mynd: Wikimedia Commons  
 
29.08.2019 - 08:24

Partafelagið Varðin noyddist at keypa danska uppsjóvarskipið Gitte Henning, fyri at fáa flutt føroysk fiskirættindi yvir á skipið og skráseta tað í føroyska skipaskránni.

Tað upplýsir Varðin á heimasíðu síni. Seinastu dagarnar hava fólk frá Varðanum verið í Skagen í sambandi við, at felagið skal yvirtaka Gitte Henning.

Varðin ætlaði upprunaliga at leiga Gitte Henning fyri Trónd í Gøtu, sum hevur fingið maskinskaða, og verður liggjandi til næsta vár.

Einki upplýst um keypsprísin

Men fyri at flyta fiskirættindi yvir á Gitte Henning, varð neyðugt at keypa skipið, og skráseta tað í føroysku skipaskránni.

Einki verður upplýst um, hvussu nógv Gitte Henning er keypt fyri. Avtala er gjørd við danska reiðaríið um, at tað kann keypa skipið aftur um eitt ár, sigur Varðin.

Av tí tað ikki er greitt, um Gitte Henning verður verandi í flotanum, fer skipið at eita Gitte Henning 1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860