Loyvi at ala lúsatálmarar í Svínoynni

Loyvi at ala lúsatálmarar í Svínoynni
Nú er loyvi givið at ala rognkelsi í Svínoynni
Nú kann rognkelsisalingin í Svínoynni byrja
 
05.09.2019 - 09:16

Heilsufrøðiliga starvsstovan gav týsdagin Sp/f Svínoyar rognkelsistøð loyvi til at ala rognkelsi á landi í Svínoy.

Føroyska alivinnan brúkar rognkelsi sum lúsatálmara.  Rognkelsi tekur laksalús.

Virksemið á rognkelsistøðini í Svínoynni er at ala yngul upp í eina stødd, har rognkelsini kunnu setast út í aliringarnar á sjónum.

Kann byrja nú

Við loyvisbrævinum týsdagin hevur alistøðin í Svínoy nú fingið øll neyðug loyvi til at fara undir at ala sambært alilógini. Virksemið hjá Svínoyar rognkelsistøð kann tí byrja alt fyri eitt.

Hetta er fyrsta aliloyvið, sum er boðið út alment í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Svínoyar rognkelsistøð var einasti umsøkjari. Sjúrður Jacobsen í Svínoy eigur 60 prosent av Sp/f Svínoyar rognkelsistøð, og Bakkafrost eigur 40 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860