Nógv verri dálking frá flogferðslu

Nógv verri dálking frá flogferðslu
Útlátið av vakstrarhúsgassi frá flogferðslu verður so nógv verri enn áður mett, tí fólk fara at flúgva meira enn mett
 
20.09.2019 - 16:24

Tað vísir ein nýggj kanning, sum International Council on Clean Transportation hevur gjørt.

The New York Times skrivar, at nýggju forsøgnirnar siga, at skaðiligu útlátini frá altjóða flogferðslu kunnu vaksa meira enn hálva-aðru ferð skjótari, enn ST annars hevur mett.

ST hevur í síni forsøgn sagt, at tey umleið 900 milliónir tonsini av CO2, sum flogferðslan dálkaði í 2018, verða trífaldað í 2050. 

Setir trýst á altjóða myndugleikar

Men nýggja kanningin sigur altso, at hugurin at ferðast veksur so nógv, at dálkingin fer at vaksa upp móti hálvaaðru ferð skjótari enn metingin hjá ST sigur.

Nýggja og dapra forsøgnin setir trýst á altjóða loftferðslumyndugleikar, sum skulu hava fund á hægsta stigii næstu viku.

Trupulleikin við flogferðslu og veðurlagsbroytingum er verri enn nakar hevur hildið. Gamaní, gagnnýta nýggj flogfør orkuna betri nú, men alt hatta verður køvt av eftirspurninginum, sigur Brandon Graver, sum stóð á odda fyri nýggju kanningini, við The New York Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098