Teistin er seinkaður

Teistin er seinkaður
Fer ikki í sigling aftur fyrr enn mánadagin
 
20.09.2019 - 11:42

Teistin fer ikki aftur í sigling aftur fyrr enn mánadagin.

Teistin hevur verið á sleipistøð í Havn seinastu vikurnar, og ætlanin var, at hann skuldi fara aftur í sigling í dag.

Men Strandferðslan sigur, at arbeiðið er seinkað, og Teistin fer tí ikki aftur í sigling fyrr enn mánadagin.

Fyrsti túrur úr Skopun verður klokkan trý korter til sjey mánamorgunin.

Ternan røkir farleiðina um Skopunarfjørð fyri Teistan, og Jósup røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð fyri Ternuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098