Vápnahvíld í miðeystri, sigur Jihad

Vápnahvíld í miðeystri, sigur Jihad
Bólkurin Jihad, Islamskt heilgt kríggj, sigur, at avtala um vápnahvíl er gjørd við Ísrael eftir tveir dagar við hørðum samanbrestum
 
14.11.2019 - 09:24

Egyptaland hevur verið semingsfólk millum partarnar fyri at fáa enda á hørðu samanbrestunum millum Ísrael og palestinska bólkin, Islamskt heilagt kríggj, skrivar AP-tíðindastovan.

Talsmaðurin fyri Islamskt heilagt krígg, Musab al-Berim sigur, at avtalan um vápnahvíld kom í gildi klokkan 5.30 lokala tíð í morgun. Hann sigur, at fleiri krøv vóru sett til Ísrael í avtaluni.

Eitt krav er, at Ísrael ikki skal fremja fleiri málrættað álop móti leiðarum fyri bólkinum. Ísrael hevur enn ikki váttað avtaluna um vápnahvíld. Eitt annað krav, sum skal verða gingið á møti, er, at Ísrael skal gevast við atsóknum móti mótmælisfólkum í Gasageiranum, skrivar ísraelska blaðið, Haaretz. 

Ísrael skal hinvegin hava kravt, at Jihad skal gevast við at skjóta rakettir úr Gasa.

Ziyad al-Nakhalah í Jihad segði við libansku sjónvarpsrásina, Al-Myadeen TV, í gjárkvøldið, at tey høvdu trý krøv til Ísrael fyri at talan skuldi verða um vápnahvíld.

Í morgun er friðarligt í Gasageiranum, skrivar Haaretz, men hóast vápnahvíld er, eru fleiri skúlar stongdir. Stutt áðrenn avtalan kom í gildi í morgun, skulu lupu ísraelskar luftdeildir á í Gasa, og seks sivilfólk lótu lív, siga íbúgvar í økinum. 

Ísraelskar deildir hava enn einki sagt um álopið í Deir al-Balah.

Higartil eru 32 palestinar deyðir í ísraelskum álopum, - triðingurin er sivlifólk. Hørðu samanbrestirnir millum Jihad og Ísrael brustu á týsdagin, eftir at ein av leiðarunum í Jihad, Bahaa Abu el-Atta, varð dripin í ísraelskum álopi. Ísrael bumbaði eisini húsini hjá einum øðrum leiðara í palestinska bólkinum í Damaskus. 

Palestinar hava úr Gasa skotið 360 rakettir síðani el-Atta varð dripini, sigur ísraelski herurin. Flestu rakettirnar vórðu steðgaðar av rakettverjuni hjá Ísrael. Men kortini vórðu nøkur hús og ein mtorvegur rakt, men eingin hevur latið lív Ísraels megin, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098