Spyr um farloyvismál í Tórshavnar býráð

Spyr um farloyvismál í Tórshavnar býráð
Hóast Kommunala eftirlitið segði, at tað var í lagi hjá býráðslimi at møta aftur, áðrenn farloyvistíðin var úti, er Heðin Mortensen ikki nøgdur
 
26.01.2020 - 18:00

Eitt farloyvi hjá einum býráðslimi í Havn endar nú á borðinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, sum eisini umsitur kommunumál.

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum eisini er býráðslimur, spyr landsstýrismannin, um tað var ein politisk avgerð at broyta siðvenjuna um farloyvi hjá einum kommunustýrislimi beint fyri jól.

Gunvør Balle, býráðslimur, var í farloyvi, men hon møtti kortini á býráðsfundi, áðrenn farloyvistíðin var úti.

Og tað hevði hon rætt til, tí eingin regla forðar einum kommunustýrislimi at møta á býráðsfundi, hóast viðkomandi er í farloyvi, segði Kommunala eftirlitið í einum svari til Tórshavnar býráð.

Men Heðin Mortensen er ikki nøgdur.

47 ára gomul siðvenja

Hann sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin til Helga Abrahamsen, at øll 47 árini, hann hevur verið í býráðspolitikki, hevur tað verið siðvenja, at fer ein býráðslimur í farloyvi, skal farloyvið vera fyri í minsta lagi 14 dagar.

Og tað skal ikki bera til at taka sæti aftur í býráðnum, fyrr enn teir 14 dagarnar eru farnir. 

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur víst á, at sambært grein 19 í kommunustýrislógini stendur, at tá býráðslimur, sum er í farloyvi, kann møta aftur, fer tiltakslimurin út.

Men Heðin Mortensen vil vera við, at hendan greinin snýr seg bara um mannagongdina, tá fleiri tiltakslimir eru inni í senn, og ikki um longdina av farloyvinum, ella nær kommunustýrislimurin í fyrsta lagi kann taka sæti aftur.

Heðin Mortensen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at verður niðurstøðan hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum galdandi í framtíðini, fer at bera til at skáka sær undan við at fara í farloyvi í minst 14 dagar, men dagin eftir broyta hugsan og taka sæti aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860